Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    1. Guds kærleiki til menniskjuni

    Bæði náttúran og heilaga skriftin vitna um Guds kærleika. Okkara himmalski faðir er keldan til lív, gleði og vísdóm. Tá vit hyggja at tí vakra og undurfulla í náttúruni, síggja vit, hvussu væl alt hóskar til tørvin og eydnuna hjá bæði menniskjum og øllum øðrum livandi við. Sólin og regnið geva jørðini lív. Fjøllini, høvini og fløturnar vitna øll um skaparans kærleika. Gud fær til vega tað, ið hansara skapningar hava tørv á hvønn dag. Sálmaskaldið sigur:VK 9.1

    „Øll venda eygum sínum vónandi til tín,
    og tú gevur teim føði teirra í rættum tíma.
    Tú letur upp tína hond og mettar alt sum livir,
    við signing.”
    VK 9.2

    Sálm. 145,15-16.

    Gud skapti menniskjað fullkomið, heilagt og eydnuríkt. Tá jørðin var liðug frá skaparans hond, var einki, sum følnaði ella doyði. Eingin farri av banning var at síggja. Tað er brot á Guds lóg, lóg kærleikans, sum hevur ført vesaldóm og deyða við sær. Men sjálvt í líðingum, sum eru ein fylgja av synd, opinberast Guds kærleiki. Í 1. Mós. 3,17 stendur, at jørðin varð bannað fyri menniskjans skuld. Men tornir og tistlar, trupulleikar og tvørleikar, sum fylla mannalívið við stríði og stúran, skuldu tæna til teirra gagn. Hetta var við í tí ætlan, Gud legði, so hann kundi lyfta tey upp úr tí oyðilegging og mannminkan, sum syndin hevði ført tey í. Hóast menniskjuni fullu, er alt kortini ikki bara sorg og neyð. Náttúran sjálv ber okkum boð um vón og troyst. Blómur eru á tistlunum, og tornirnar eru fjaldar av rósum.VK 10.1

    „Gud er kærleiki.” Hetta er skrivað á hvønn knubba, ið sprettur, og á hvørt grasstrá, sum nælir. Vøkru fuglarnir, ið fylla luftina við glaðum sangi, yndisliga littu blómurnar við góðum anga, tey tignarligu trøini við teirra grønu bløðum - alt vitnar um Guds kærleiksfullu og faðirligu umsorgan, og at hansara vilji er at gera okkum eydnusom.VK 10.2

    Guds orð opinberar hansara lyndi. Hann hevur sjálvur vitnað um sín óendaliga kærleika og miskunnsemi. Tá Móses bað: „Lat meg tó síggja dýrd tína,” svaraði Harrin: „Eg skal fara fram við tær í allari dýrd míni.” 2. Mós. 33,18-19. Hetta er dýrd Guds. Harrin gekk fram við Mósesi og rópti: „Harrin, Harrin, miskunnsamur og náðigur Guð, tolinmóður, ríkur í kærleika og trúfesti, sum eyðsýnir kærleika móti túsundum, fyrigevur misgerðir, brot og syndir.” 2. Mós. 34,6-7. Hann er „náðigur Guð, miskunnsamur, tolinmóður og kærleiksríkur.” Hann „tekur burtur misbrot og fyrigevur.” Jón. 4,2; Mika 7,18.VK 10.3

    Gud hevur knýtt okkum at sær við óteljandi teknum á himni og á jørð. Hann hevur opinberað seg fyri okkum gjøgnum náttúruna, og við teimum sterkastu og eymastu jarðisku bondum, sum mannahjørtu kenna. Og tó eru hesi bert ein ófullkomin mynd av hansara kærleika. Hóast Gud gav øll hesi prógv um sín kærleika, so fekk sálarfíggindin tó blindað menniskjuni, so at tey ræddust Gud og hildu, at hann var strangur og ikki at koma til sættis við. Tey hildu, at Guds fremsti eginleiki er strong rættvísi, og at hann er ein harður dómari - ein ómildur og kravmikil lánsharri. Satan lýsti skaparan sum ein, ið hyggur strangliga at menniskjunum fyri at síggja, um tey villast og gera mistøk, so hann kann pína og plága tey við sínum dómum. Jesus kom til hesa jørð og tók bústað okkara milium fyri at taka henda myrka skugga burtur og opinbera Guds æviga kærleika.VK 11.1

    Sonur Guds kom av himli fyri at opinbera faðirin. „Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.” „Eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann.” Jóh. 1,18; Matt. 11,27. Tá ein av lærusveinunum segði við Jesus: „Harri, sýn okkum faðirin”, svaraði hann; „So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð foðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin?” Jóh. 14,8-9.VK 11.2

    Jesus lýsti endamálið við at koma til jarðar soleiðis: „Andi Harrans er yvir mær, av tí hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum.” Luk. 4,18. Hetta var lutur hansara. Hann gekk um og gjørdi væl og lekti øll, ið vóru plágað av Satan. Í heilum býum var eingin sjúka og neyð at finna í nøkrum húsi, tí hann var komin tann vegin og hevði grøtt øll tey sjúku. Verk hansara vitnaðu um kærleika, náði og miskunnsemi, og um at Gud hevði salvað hann. Hann hevði av hjarta eyma samkenslu við menniskjunum og átók sær náttúru teirra fyri at fáa til vega tað, teimum tørvaði. Tey fátæku og minst umhildnu vóru ikki bangin fyri at koma til hansara. Eisini smábørn kendu seg drigin at honum. Teimum dámdi væl at sita á knøum hansara og hyggja inn í hansara milda og kærleiksfulla andlit.VK 12.1

    Jesus helt seg ikki aftur at siga sannleikan, men hann bar hann altíð fram í kærleika. Hann var sámiligur í talu og umhugsin móti teimum, sum hann var saman við. Hann var ongantíð óhøviskur og talaði ikki strangliga, uttan at tað var neyðugt. Hann særdi ikki eina viðkvæma sál óneyðugt. Jesus lastaði ikki veikleika menniskjans. Hann dómfeldi sleiskni, vantrúgv og órættvísi, men hevði tár í eygunum, tá ið hann við strongum ábreiðslum átalaði tey. Hann græt um Jerúsalem, staðin, hann elskaði - men sum noktaði at taka ímóti honum, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Tey høvdu vrakað hann, ið var komin at frelsa tey, men hann vísti teimum miskunnsemi og mildleika. Hansara lív var sermerkt av ósjálvsøkni og ótroyttandi umhugsni fyri øðrum. Hvør sál var dýrabar í hansara eygum. Jesu framferð var altíð merkt av guddómligari tign, men samstundis vendi hann sær við eymum kenslum til hvønn lim í Guds familju. Í hvørjum menniskja sá hann eina falna mannasál, sum hann var komin fyri at frelsa.VK 12.2

    Hetta var Kristi sinnalag, sum tað kom til sjóndar í lívi hansara; og hetta eyðkennir eisini Guds lyndi. Kristus opinberaði tað guddómliga miskunnsemi, sum flýtur út til menniskjuni frá hjarta faðirsins. Jesus, tann eymi og miskunnsami frelsarin, varð Gud „opinberaður í holdi.” 1. Tim. 3,16VK 13.1

    Tað var fyri at bjarga okkum, at Jesus livdi, leið og doyði. Hann gjørdist „harmamaður, royndur í sjúkdómum”, fyri at vit kunnu fáa lut í ævigari gleði. Gud loyvdi, at hansara elskaði sonur - fullur av náði og sannleika - steig niður frá einum heimi, hvørs dýrd ikki kann lýsast, og fór til ein heim, sum var dálkaður og spiltur av synd og gjørdur myrkur av banning og deyðans skugga. Faðirin loyvdi, at hann fór frá kærleiksfangi sínum, hann, sum einglarnir tilbóðu, til at líða vanæru, háð, mannminkan, hatur og deyða: „Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” Jes. 53,3.5. Sjá Guds son í oyðimørkini, í Getsemane og á krossinum! Guds heilagi sonur tók syndabyrðuna á seg. Hann, sum hevði verið eitt við Gud, kendi í sál síni tann ræðuliga skilnað millum Gud og menniskjuni, sum syndin hevur við sær. Tí kom hetta pínufulla róp av varrum hansara: „Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” Matt. 27,46. Tað var syndabyrðan - kenslan av hvussu ræðulig syndin er, og at hon skilir ein frá Gudi - hetta var orsøkin til, at Jesu hjarta brast.VK 13.2

    Hetta stóra offur varð tó ikki givið fyri at vekja kærleika til mannaættina í hjarta faðirsins, ella fyri at gera hann fúsan at frelsa tey. Nei, als ikki: „Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna.” Jóh. 3,16. Faðirin elskar okkum ikki orsakað av hesum stóra ofri! Men hann gav ofrið, tí hann elskar okkum. Í Kristusi kundi Gud úthella sín æviga kærleika yvir tann falna heimin. „Við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg.” 2. Kor. 5,19. Gud leið saman við syni sínum. Í deyðaangist hansara í Getsemane og í kvølfulla deyðanum á Golgata rindaði hann í óendaliga kærleika sínum tað, sum endurloysn okkara kostaði.VK 14.1

    Jesus segði: „Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur.”Jóh. 10,17. Tað vil siga:„Faðir mín hevur elskað tykkum so høgt, at hann elskar meg enn meira, tí at eg gav mítt lív fyri at frelsa tykkum. Við tað at eg gerist tykkara umboðsog ábyrgdarmaður, gevi lív mítt og átaki maer tykkara skuld og misbrot, verði eg faðirinum meira kærur. Tí við mínum ofri kann Gud vera rættvísur og tó rættvísgera tann, sum trýr á Jesus.” Eingin annar enn Guds sonur kundi endurloysa okkum. Tí eingin annar enn tann, sum var í fangi faðirsins, kundi opinbera hann. Einans tann, sum kendi hæddina og dýpdina í Guds kærleika, kundi opinbera hann. Einki minni enn tað æviga offur, sum Kristus bar fram fyri fallin menniskju, megnaði at lýsa kærleika faðirsins til ta glataðu mannaættina.VK 14.2

    „Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna.”Jóh. 3,16. Hann gav hann ikki bert til at liva milium menniskjuni, til at bera syndir teirra og doyggja sum offur teirra. Gud gav sín son til ta falnu ættina. Kristus skuldi gerast eitt við menniskjuni, við teirra áhugamál og tørv. Hann, sum var eitt við Gud, hevur knýtt seg til mannaættina við bondum, sum aldri skulu slitna. Jesus skammast ikki við at kalla tey systkin síni. (Heb. 2,11) Hann er okkara offur, okkara talsmaður og bróðir. Sum menniskjusonurin stendur hann í mannalíki framman fyri trúnu faðirsins. Í allar ævir er hann sameintur við ættina, sum hann hevur endurloyst. Hann ger alt hetta fyri at lyfta menniskjuni upp úr tí oyðilegging og mannminkan, ið er ein avleiðing av syndini, so tey kunnu endurspegla Guds kærleika og fáa lut í hansara gleði og heilagleika.VK 15.1

    Okkara himmalski faðir veitti eitt ómetaligt offur, tá hann gav son sín til at doyggja fyri okkum. At so nógv varð goldið fyri okkara endurloysn, eigur at geva okkum høgar hugsanir um, hvat vit kunnu gerast í Kristusi.Tá ið ápostulin Johannes sá hæddina, dýpdina og breiddina í kærleika faðirsins til ta glataðu aettina, fyltist hann við undran og hávirðing. Hann hevði ikki orð fyri stórleikanum í Guds eyma kærleika. Tí biður hann heimin sjálvan skoða hann: „Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn” 1. Jóh. 3,1. Menniskjuni hava av sonnum stórt virði í Guds eygum! Við ólýdni komu tey undir Satans vald. Við trúgv á Kristi sáttargerð kunnu Ádams børn nú gerast Guds børn. Við at átaka sær náttúru menniskjans betrar Kristus um mannaættina. Sameind við Kristus kunnu fallin menniskju nú veruliga gerast verd at kallast børn Guds.VK 15.2

    Hesin kærleiki finnur ikki sín líka. Børn himmalska kongsins - hvør dýrabar fyrijáttan! Kærleiki Guds til ein heim, ið ikki elskaði hann, er av sonnum eitt evni, sum gevur íblástur til tær djúpastu hugleiðingar! Hesin tanki ger hjartað eyðmjúkt og opnar sinnið fyri Guds vilja. Jú meira vit líta at Guds lyndi í Ijósi av krossinum, tess greiðari síggja vit, hvussu náði og fyrigeving blandast við rætti og rættvísi. Og tess týðuligari síggja vit óteljandi prógv um ein kærleika, ið er ævigur og eina samkenslu, sum er størri enn tann eymasta umsorgan, sum ein jarðisk móðir hevur fyri sínum burturvilsta barni.VK 16.1

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents