Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    7. Eyðkenni fyri Jesu lærusveinar

    „Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur;
    hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!”
    2. Kor. 5,17.

    Øll kunnu kanska ikki siga við vissu, nær og hvar tey komu til trúgv, ella vísa á umstøðurnar í sambandi við umvendingina. Hetta vísir tó ikki, at tey eru óumvend. Kristus segði við Nikodemus: „Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.” Jóh. 3,8. Vindurin er ósjónligur, men ávirkanin sæst og merkist tó týðiliga. Soleiðis er eisini við ávirkanini av Guds Anda í menniskjanum. Henda endurføðandi megi, sum einki mannaeyga kann síggja, gevur sálini nýtt lív og skapar eitt nýtt menniskja í Guds mynd.VK 61.1

    Verk Andans henda stillisliga og uttan, at ein varnast tað, men ávirkanin sæst týðiliga. Um hjartað er vorðið endurnýggjað við Guds Anda, so kemur tað til sjóndar í lívinum. Vit kunnu ikki sjálvi broyta hjartað ella koma í samljóð við Gud. Og meðan vit als ikki mega líta á okkum sjálv og á okkara góðu gerðir, vil lív okkara vísa, um Guds náði býr í okkum ella ikki. Ein umbroyting sæst í okkara lyndiseyðkennum, vanum og áhugamálum. Munurin ímillum tað, sum vit vóru, og tað, vit eru, verður týðiligur. Lyndið í einum menniskja sæst av, hvussu viðkomandi dagliga talar og ber seg at, og ikki bert av tilvildarligum góðum ella ringum gerðum.VK 62.1

    Satt er tað, at okkara framferð kann tykjast lýtaleys, uttan at vit eiga Kristi endurnýggjandi kraft. Hugurin til at vinna sær ávirkan og virðing frá øðrum kann gera, at fólk royna at liva eitt gott og heiðurligt lív. Sjálvsvirðing kann leiða okkum til útvortis at halda okkum frá tí illa. Eitt sjálvsøkið hjarta kann fremja heiðurligar gerðir. Men hvussu kunnu vit tá vita, á hvørjari síðu vit standa?VK 62.2

    Hvør ræður í okkara hjarta? Hvat liggur fremst í okkara huga? Hvønn vilja vit helst tosa um? Hvørjum geva vit okk-ara inniligastu kenslur og bestu orku? Um vit hoyra Kristusi til, hugsa vit um hann, og okkara yndistankar vilja snúgva seg um hann. Alt tað, vit eru og hava, er halgað honum. Okkum leingist eftir at verða honum lík, verða leidd av hansara Anda, gera vilja hansara og gera honum til vildar í øllum.VK 62.3

    Tey, sum gerast nýggir skapningar í Kristi Jesusi, vilja bera fruktir Andans, sum eru: „Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald.” Gal. 5,22. Tey hava ikki hug til gomlu áhugamálini longur, men við trúnni á Guds son vilja tey ganga í hansara fótasporum, endurspegla hansara lyndi og reinsa seg sjálvan, líkasum hann er reinur. Tað, ið tey fyrr hataðu, elska tey nú. Og tað, ið tey fyrr elskaðu, hata tey. Hini stoltu og stívrendu gerast spakfør og eyðmjúk av hjarta. Tey hástóru og hugmóðigu gerast álvarsom og lítillátin. Drykkjumaðurin leggur av at drekka brennivín, og tann ósiðiligi vil liva eitt siðiligt lív. Heimsins móti og hugmóðigu siðir verða avlagdir. Kristus leitar ikki eftir útvortis prýði, men eftir „óforgongiliga prýði hins spakføra og stilla anda, sum er dýrmett í Guðs eygum.” 1. Pæt. 3,4.VK 63.1

    Einki prógv er fyri, at menniskju hava umvent seg, um hetta ikki virkar til eina vend til tað betra. Um syndarin heldur sítt lyfti og ber aftur tað, ið hann á óreiðiligan hátt hevur drigið inn undir seg, játtar syndir sínar og elskar Gud og síni medmenniskju, tá kann hann vera vísur í, at hann er gingin yvirum frá deyðanum til lívið.VK 63.2

    Tá ið vit sum vilstir syndugir skapningar koma til Kristus og við hansara náði fáa lut í syndafyrigevingini, spírar kærleikin fram í hjartanum. Eingin byrða verður tung, tí tað ok, sum Kristus áleggur okkum, er lætt. Vit gera okkara skyldur av góðum huga og hjálpa við gleði øðrum menniskjum. Tann gøtan, sum fyrr var fjald í myrkri, verður upplýst av Ijómanum frá rættvísis sólini.VK 63.3

    Kristi elskuliga lyndi vil koma til sjóndar hjá teimum, ið fylgja honum eftir.Tað var hansara gleði at gera vilja Guds. Kærleikin til Gud og brennandi áhugi fyri at geva honum æru var berandi kraftin í lívi Frelsarans. Kærleikin myndaði og prýddi alt, sum hann gjørdi. Kærleikin er av Gudi. Tað óumvenda hjartað kann ikki skapa ella framleiða hann. Kaerleikin er í tí hjarta, har sum Jesus býr. „Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.” 1. Jóh. 4,19. í tí hjarta, sum er endurnýggjað av Guds náði, er kærleikin drívmegin til alt. Hann myndar lyndið, stjórnar hugsanum, ræður yvir ovurhuga, vinnur á fíggindskapi og styrkir tær góðu kenslurnar. Tá hesin kærleiki mennist í sálini, ger hann lívið Ijósari og hevur eina reinsandi ávirkan allastaðni rundan um okkum.VK 64.1

    Tað eru tvinnandar villur, sum Guds børn mega vera á varðhaldi fyri - serliga tey, sum nýliga eru byrjað at líta á hansara náði. Fyrstu villuna hava vit longu umrøtt.Tað er at líta á sínar egnu gerðir fyri at koma í samljóð við Gud. Tann, sum roynir at gerast heilagur við egnum gerðum, við at halda lógina, roynir tað ómøguliga. Alt, sum menniskjað kann gera uttan Kristus, er ávirkað av eginkærleika og synd. Tað er eina Kristi náði, sum við trúnni kann halga okkum.VK 64.2

    Hin villan er ikki minni vandafull, og er júst tað øvugta av tí fyrru. Hon er at trúgva, at Kristus sleppur okkum undan at lýða og halda Guds lóg, av tí at tað eina er við trúnni, at vit fáa lut í Kristi náði.VK 64.3

    Men legg í hesum sambandi til merkis, at lýdni ikki bert er útvortis samsvar við Guds krøv, men ein kærleikans tænasta. Guds lóg lýsir hansara egnu náttúru, sum inniheldur ta stóru meginreglu kærleikans, og tí er hon Guds stjórnar grundvøllur bæði í himli og á jørð. Um okkara hjørtu eru endurnýggjað eftir Guds mynd, um Guds kærleiki er gróðursettur í sálina, vil so ikki Guds lóg eisini koma til sjóndar í lívinum?VK 65.1

    Tá kærleikans meginregla hevur fest røtur í hjartanum, og menniskjað er endurnýggjað eftir Guds mynd, sum skapaði tað, tá fer fyrijáttanin í nýggja sáttmálanum at ganga út: „Lógir mínar skal eg geva í hjørtu teirra, og í huga teirra skal eg skriva tær.” Hebr. 10,16. Og er lógin skrivað í hjartað, vil hon so ikki seta dám á lívið? Lýdni - trúskapur og kærleik-ans tænasta - er tað rætta eyðkennið á einum lærusveini. Tí sigur Skriftin: „Tí at hetta er kærleikin til Guðs, at vit halda boð hansara; og boð hansara eru ikki tung;” og „tann, sum sigur: „Eg kenni hann,” og ikki heldur boð hansara, hann er ein lygnari, og í honum er sannleikin ikki.” 1. Jóh. 5,3; 2,4. Í staðin fyri at trúgvin sleppur menniskjunum undan lýdni, so er trúgvin tað einasta, sum gevur okkum lut í Guds náði, so at vit verða før fyri at verða lýðin.VK 65.2

    Vit vinna ikki frelsuna við okkara lýdni, tí frelsan er Guds gáva, sum má takast ímóti í trúgv. Men lýdni er ávøkstur trúarinnar: „Og tit vita, at hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar; og í honum er ikki synd. Hvør tann, sum verður verandi í honum, syndar ikki; hvør tann, sum syndar, hevur ikki sæð hann og kennir hann ikki heldur.” 1. Jóh. 3,5-6. Hetta er tað sanna eyðkennið. Um vit verða verandi í Kristusi, og Guds kærleiki býr í okkum, vilja okkara kenslur, tankar og gerðir vera í samljóð við Guds vilja, soleiðis sum hann kemur fram í hansara heilagu lóg. „Børn míni, latið ongan villa tykkum! Tann, sum fremur rættvísi, er rættvísur, eins og hann er rættvísur!” 1. Jóh. 3,7. Guds heilaga lóg, soleiðis sum hon Ijóðar í teimum tíggju boðunum frá Sinai, vísir hvat raettvísi er.VK 65.3

    Tann sonevnda trúgv á Kristus, sum sigst at kunna sleppa menniskjum undan lýdni móti Gudi, er ikki trúgv, men manglandi virðing fyri Gudi. „Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv.” ” Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær.” Ef. 2,8; Ják. 2,17. Jesus segði um seg sjálvan, áðrenn hann kom á jørðina: „At gera vilja tín, mín Guð, til tess er hugur mín, tín lóg er mær inst í hjarta.” Sálm. 40,9. Og júst áðrenn hann fór til himmals segði hann: „Eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara.” Jóh. 15,10. Skriftin sigur: „Og av hesum vita vit, at vit kenna hann, um vit halda boð hansara. ... Tann, sum sigur, at hann verður í honum, hann eigur eisini sjálvur at liva, soleiðis sum hann livdi.” „Kristus leið eisini fyri tykkum og eftirlæt tykkum eina fyrimynd, fyri at tit skulu fylgja fótasporum hansara.” 1. Jóh. 2,3-6; 1. Pæt. 2,21.VK 66.1

    Treytin fyri at fáa eitt ævigt lív er júst tann sama, sum hon altíð hevur verið - og tann sama sum í Paradísinum, áðrenn okkara fyrstu foreldur fullu í synd: fullkomið lýdni móti Guds lóg, fullkomið rættvísi. Um ævigt lív varð givið við minni treytum enn hesum, so vildi øll alheimsins eydna verið sett í váða.Tað hevði gjørt tað møguligt fyri syndina at hildið áfram um allar ævir við allari síni neyð og vesaldómi.VK 67.1

    Undan syndafallinum var tað møguligt hjá Adami at hava eitt rættvíst lyndi og vera lýðin ímóti Guds lóg. Men tá ið hann syndaði, miseydnaðist hetta hjá honum. Og orsakað av, at hann syndaði, er okkara náttúra spilt, so at vit ikki kunnu rættvísgera okkum sjálv. Av tí at vit eru syndafull, og ikki heilag, kunnu vit ikki til fulnar vera eini heilagari lóg lýðin. Av okkum sjálvum eru vit ikki rættvís og kunnu ikki fullføra Guds lógarkrøv. Men Kristus hevur gjørt okkum ein útveg. Hann livdi á jørðini undir somu korum, royndum og freistingum, sum møta okkum. Hann livdi eitt syndafrítt lív. Hann doyði fyri okkum, og nú bjóðar hann okkum at átaka sær okkara syndir og geva okkum rættvísi. Um tú gevur teg í hansara hendur og tekur ímóti honum sum tínum Frelsara, vilt tú fyri hansara skuld verða roknaður sum rættvísur, hvussu syndafult lív títt enn kann hava verið. Kristi lyndi verður sett ístaðin fyri títt egna lyndi, og Gud tekur ímóti tær, sum um tú aldrin hevði syndað.VK 67.2

    Ja, meira enn tað: Kristus broytir hjartað, við tað at hann við trúnni býr í hjarta tínum. Tú mást støðugt hava samband við hann og geva tín vilja í hansara hendur. Og so leingi sum tú gert hetta, vil hann virka í tær bæði at vilja og at virka eftir góða vilja sínum. Tá kanst tú siga: „Tað, sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.” Gal. 2,20. Jesus segði lærusveinunum: „Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum.” Matt. 10,20. Tá ið Kristus soleiðis virkar í tær, vilt tú vísa tann sama anda og gera somu gerðir - í rættvísi og í lýdni.VK 67.3

    Vit hava tí einki í okkum sjálvum til at rósa okkum av, og tí er eingin grund til sjálvshevjan. Einasta grundarlagið fyri vón okkara er Kristi rættvísi, sum verður tilroknað okkum og tað verk, sum Andi hansara virkar í og ígjøgnum okkum.VK 68.1

    Tá ið talað verður um trúgv, mugu vit minnast, at meira enn eitt slag av trúgv er til. Eitt slag av sannføring finst, sum er heilt ymisk frá kristnari trúgv. Guds tilvera, máttur og sannleiksorð eru royndir lutir, sum sjálvur Satan og hansara herur ikki kunnu nokta fyri innast inni. Bíblian sigur: „Hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.” Ják. 2.19 Men hetta er ikki kristin trúgv. Tann, sum ikki bara ásannar orð Guds, men eisini gevur seg undir hansara vilja, gevur soleiðis Gudi sítt hjarta og sín kærleika. Eitt slíkt menniskja hevur trúgv - eina trúgv, sum er virkin í kærleika og reinsar sálina. Við hesari trúgv endurnýggjast hjartað eftir Guds mynd. Og tað hjarta, sum í óumvendu støðuni ikki var Guds lóg lýðin, og heldur ikki kundi vera tað, gleðir seg um hansara heilagu boð og vil við sálmaskaldinum kunna siga: „Eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga.” Sálm. 119,97. Rættvísi lógarinnar verður fullgjørt í okkum, „sum ikki ganga eftir holdi, men eftir anda.” Róm. 8,4.VK 68.2

    Summi fólk hava lyndi til at ivast um, hvørt hjørtu teirra eru endurnýggjað við Heilaga Andanum, hóast tey hava upplivað Kristi fyrigevandi kærleika og av sonnum ynskja at verða Guds børn. Hesi síggja sítt ófullkomna lyndi og eitt lív fult av mistøkum. Við hesi vil eg siga: Vendið tykkum ikki burtur í vónloysi. Vit mega ofta boyggja okkum niður við Jesu føtur og gráta um okkara ófullkomileika og brek, men vit mega ikki falla í fátt. Sjálvt um fíggindin stundum vinnur á okkum, so sleppur Gud okkum ikki. Nei, Kristus er við Guds høgru hond og biður fyri okkum. Johannes, lærusveinurin, sum Jesus elskaði, segði: „Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa.” 1. Jóh. 2,1. Gloymið ikki, at Kristus segði: „Faðirin sjálvur elskar tykkum.” Jóh. 16,28. Hann tráar eftir at taka teg til sín aftur og at síggja sín reinleika og heilagleika endurspeglast í tær. Um tú bert vil leggja teg í hansara hendur, so vil hann, sum byrjaði gott verk í tær, fullføra tað til dag Jesu Krists. Bið meira inniliga til Gud, hav sterkari trúgv. Tá vit síggja okkara egnu veikleikar, so latið okkum lita á styrki Frelsarans. Tá skulu vit lova og prísa honum, sum lýsir fyri okkum.VK 69.1

    Jú nærri tú kemur Jesusi, jú meira ófullkomnan sært tú teg sjálvan, tí sjón tín verður klárari, og tín ófullkomileiki verður týðiligari í mun til hansara fullkomnu náttúru. Hetta er prógv um, at Satans villleiðingar hava mist sína megi, og at ávirkanin av Guds lívgevandi Anda er í ferð við at vekja teg.VK 69.2

    Eingin djúpur kærleiki til Jesus kann búgva í tí hjarta, sum ikki sær sína egnu synd. Tann, sum verður broyttur við Kristi náði, vil síggja upp til hansara guddómliga lyndi. Men um vit ikki síggja okkara egnu skeivleikar, so er tað eitt óreingjandi prógv um, at vit ikki hava sæð Kristi fagurleika og tign.VK 70.1

    Jú minni vit síggja, sum vit kunnu virðismeta hjá okkum sjálvum, tess meira vilja vit síggja og hámeta Frelsarans óendaliga reinleika og kærleika. Tá vit síggja okkara egnu syndastøðu, leita vit til hansara, sum hevur mátt til at fyrigeva. Og tá menniskjað fatar sítt egna hjálparloysi og leitar til Kristus, vil hann opinbera seg í allari sínari megi. Jú meira kenslan av okkara neyð dregur okkum til hansara og til Guds orð, tess meira hámeta vit hansara lyndiseyðkenni, og jú meira fullkomið vilja vit enduspeglast í hansara mynd.VK 70.2

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents