Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    13. Gleði í Harranum

    Guds børn eru kallað at vera Kristi sendiboð og til at vitna um Harrans góðsku og náði. Eins og Jesus hevur opinberað faðirin og hansara sanna lyndi fyri okkum, so skulu vit eisini opinbera Kristus fyri einum heimi, ið ikki kennir hansara eyma, miskunnsama kærleika. Jesus segði: „Eins og tú hevur sent meg í heimin, soleiðis havi eg eisini sent teir í heimin.” „Eg í teimum og tú í mær... til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg.” Jóh. 17,18.23.VK 121.1

    Paulus sigur soleiðis við tey, sum fylgja Jesusi: „Tit eru bræv Krists,” „kent og lisið av øllum menniskjum.” 2. Kor. 3,3.2. Hvørt barn hjá Jesusi er eitt bræv, sum hann sendir út í heimin. Ert tú Guds barn, ert tú eisini hansara bræv til ta familju, tann bý og ta gøtu, har tú býrt. Jesus, sum býr í tær, tráar eftir at tala til teirra hjørtu, ið ikki kenna hann. Kanska lesa tey ikki í Bíbliuni ella hoyra ta rødd, sum talar til teirra gjøgnum hana. Tey síggja ikki Guds kærleika í gerðum hansara. Men um tú ert ein sannur tænari hjá Jesusi, kunnu tey kanska ígjøgnum teg verða leidd til at skilja hansara kærleika og læra at elska og tæna honum.VK 121.2

    Tey kristnu eru sett til at vera Ijósberarar á vegnum til himmalin. Tey skulu lata tað Ijós, sum skínur á tey frá Kristusi, kasta sítt endurskin út yvir heimin. Lív og lyndi teirra má vera so, at onnur gjøgnum tey fáa eina rætta fatan av Kristusi og hansara tænastu.VK 122.1

    Og eru vit Kristi sonnu lærusveinar, tá vilja vit gera tænastuna so gleðiliga og dragandi, sum hon í veruleikanum er. Kristin, sum ganga syrgin og døpur í huga, knarra og klaga, geva eina falska mynd av Gudi og av einum kristnum lívi. Tey geva øðrum ta fatan, at Gudi ikki dámar, at børn hans-ara skulu vera glað og lukkulig, og tí bera tey ein falskan vitnisburð um okkara himmalska faðir.VK 122.2

    Satan frøir seg, tá hann fær Guds børn til at vísa vantrúgv og verða mótfallin. Hann gleðir seg yvir at síggja, at vit hava misálit á Gudi og ivast um hansara vilja og kraft til at frelsa okkum. Hann ynskir, at vit skulu trúgva, at Harrin skaðar okkum við síni forsjón og ikki er náðiríkur og miskunnsamur. Satan reingir sannleikan og fyllir tankarnar við skeivum hugmyndum um Gud. Og heldur enn at dvølja við sannleikan um okkara himmalska faðir, so festa vit alt ov ofta tankarnar við følsku frágreiðing Satans og vanæra Gud við misáliti og klagum. Satan roynir altíð at gera tað kristiliga lívið so dapurt sum gjørligt. Hann vil fegin, at tað skal síggja út til at vera bæði strævið og torført. Men tá hin kristni í lívi sínum setur kristindómin í slíkt Ijós, styðjar hann lygnum Satans við sínum fyridømi og vantrúgv.VK 122.3

    Á lívsleiðini lata alt ov mong hug sín dvølja við mistøk, miseydnaðar royndir og vónbrot, og hesi fyllast tí við sorg og mótloysi. Meðan eg var í Evropa, fekk eg (E.G.W) eitt bræv frá eini trúarsystur, sum hevði gjørt hetta og var sera stúrin. Hon bað meg um nøkur troystandi orð. Náttina eftir at eg hevði lisið brævið frá henni, droymdi eg, at eg gekk í einum urtagarði. Ein, sum helst átti urtagarðin, fylgdist við mær. Eg hentaði blómur og gleddi meg um angan av teimum. Tá gjørdi hendan systirin, sum hevði gingið undir liðini á mær, meg varuga við nakrar Ijótar tornir, sum stóðu í vegin fyri henni. Har stóð hon so kedd og sorgarbundin. Hon fór ikki eftir tí vegi, har leiðvísarin gekk, men fór ímillum tornirnar og tistlarnar. „Eg meini tað”, suffaði hon, „er tað ikki syrgiligt, at hesin vakri urtagarður er spiltur av tornum?” Tá segði leiðvísari okkara: „Lat tornirnar vera, tær bert sára teg. Henta tú heldur rósurnar, liljurnar og nelikarnar.”VK 123.1

    Hava ikki bjartar stundir verið í tínum lívi? Hevur tú ikki havt Ijósar løtur, tá ið hjartað sló av gleði um verk Andans í tær? Sært tú ikki okkurt upplívgandi í tínum lívsroyndum, tá ið tú hyggur aftur um bak? Eru Guds lyftir ikki eins og tær væl angandi blómurnar, sum vaksa allastaðni fram við vegi tínum? Vilt tú ikki lata teirra vakurleika og anga fylla títt hjartað við gleði?VK 123.2

    Tornirnar og tistlarnir vilja bert sára teg og gera teg tungan í huga. Um tú bert hentar hesar og vísir øðrum á tær, vanvirðir tú tá ikki Guds góðsku og forðar øðrum í at ganga Guds leiðir?VK 124.1

    Tað er ikki skynsamt at fylla sinnið við keðiligum minnum úr farnari tíð - um gamlar syndir og vónbrot - og tosa um og harmast um hetta, til vit eru niðurundirkomin av mótloysi. Ein mótleys sál blindast og verður døpur í huga. Hon forðar fyri, at Ijós frá Gudi kann koma inn til hana sjálva, og kastar eisini skuggar á vegin hjá øðrum.VK 124.2

    Takka Gudi fyri tær bjørtu myndirnar, sum hann hevur víst okkum. Latið okkum samla saman lyftini um hansara kærleika, so vit altíð kunnu skoða tey. Guds sonur fór frá hásæti Guds og klæddi sín guddómleika í mynd menniskjans, fyri at hann kundi bjarga menniskjunum undan valdi Satans. Hansara sigur opnaði himmalin fyri okkum og opinberaði Guds dýrd. Hin falna mannaættin varð hevjað upp úr tí týningardýpi, sum syndin hevði kastað hana í, og hon kom aftur í samband við hin æviga livandi Gud. Menniskju verða klødd í Kristi rættvísi og hevjað til hásæti hansara, tá ið tey hava hildið út í royndum í trúnni á okkara endurloysara. Hesar eru tær myndir, sum Gud ynskir, at vit skulu dvølja við.VK 124.3

    Tá ið tað sær út, sum um vit ivast um Guds kærleika og vísa misálit á lyftini, tá vanæra vit hann, og Heilagi Andin gerst sorgarbundin. Hvussu hevði ein mamma verið til passar, um børn hennara alla tíðina knarraðu um hana, sum um hon ikki vildi teimum tað besta, hóast alt hennara strev bert var fyri at fremja teirra vælferð og gera teimum lívið hugnaligt? Hugsa sær, um tey ivaðust um hennara kærleika. Tað hevði knúst hennara hjarta. Hvør sorg hevði tað ikki eisini verið hjá einum pápa at verið soleiðis viðfarin av børnum sínum? Og hvat man okkara himmalski faðir hugsa um okkum, tá ið vit ivast um kærleika hansara, sum gjørdi, at hann gav sín einborna son, fyri at vit kunnu liva. Ápostulin skrivar: „Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” Róm. 8,32. Men hvussu mong eru tað tó, sum við gerðum sínum, um ikki í orðum, siga: „Harrin sigur hetta ikki við meg. Kanska elskar hann onnur, men hann elskar ikki meg.”VK 125.1

    Við øllum hesum skaðar tú teg sjálvan, tí fyri hvørt ivandi orð tú sigur, gevur tú Satan møguleika at freista teg. Tað vil økja um lyndið til at ivast, og tænandi einglarnir mugu við sorg halda seg burtur. Nevn ikki eitt orð um iva og myrkur, tá ið Satan freistar teg. Um tú letur tað, sum hann kemur við, sleppa framat í tínum hjarta, tá fyllist títt sinni við misáliti og iva. Letur tú kenslur tínar koma fram í orðum, so vil hvør ivi, tú letur koma fram, ikki bert ávirka teg sjálvan, men verður sum eitt sáðkorn, ið spírar og ber frukt í lívinum hjá øðrum. Tað kann verða ógjørligt at mótvirka ávirkanini av orðum tínum. Kanska tú sjálvur kanst bjarga tær úr freisting og Satans snaru. Men onnur kunnu kanska ikki ríva seg leysan úr teirri vantrúgv, sum tú hevur nevnt. Tað er tí sera týdningarmikið, at vit bert tala um slíkt, sum gevur andaliga styrki og lív.VK 125.2

    Einglarnir lurta eftir tí vitnisburði, sum tú gevur heiminum um tín himmalska Meistara. Tala um hann, sum livir fyri at ganga í forbøn fyri tær hjá faðir sínum. Tá ið tú tekur í hondina á einum vini, lat tá lovorð til Gud bæði vera tær á munni og í tínum hjarta. Hetta vil minna hann á Jesus.VK 126.1

    Øll fáa royndir, sorgir, sum eru tungar at bera og freistingar, ið eru ringar at standa ímóti. Sig ikki øðrum frá tínum tvørleikum, men ber alt til Gud í bøn. Ger tað til ein fastan vana, at tú aldrin sáar iva og mótloysi. Við vónarríkum orðum og stuðuli kanst tú gera nógv fyri at styrkja onnur í teirra stríði.VK 126.2

    Nógv kunnu vera so trongd upp í ein krók av freistingum, at tey eru um at geva eftir í stríðnum ímóti holdinum og tí ónda. Tak ikki mótið fra nøkrum, sum stríðist á henda hátt. Set mót í viðkomandi, og gev honum ella henni vón, trúgv og stuðul fram á leiðini. Soleiðis kann Ijós Kristusar skína ígjøgnum teg. „Eingin av okkum livir sær sjálvum.” Róm. 14,7. Uttan at vita tað kann okkara ávirkan annaðhvørt geva øðrum dirvi og styrki, ella tey kunnu gerast mótleys og halda seg frá Kristusi og sannleikanum.VK 126.3

    Mong hava eina skeiva fatan av Jesu lívi og hansara lyndi. Tey meina, at hann var svinnur, strangur og dapur í huga, og at hansara lyndi var uttan gleði og hita. Í mongum førum fær tað kristna lívið dám av hesum dapurskygni.VK 127.1

    Tað verður ofta sagt, at Jesus græt, men at eingin sá hann smíla. Satt er tað, at Frelsarin hevði sorg og var kunnugur við pínu av tí, at hann lat upp sítt hjarta fyri allari menniskjansligari armóð. Men hóast hann livdi eitt sjálvsavnoktandi lív, sum pína og sorg skuggaði fyri, so var hann ikki dapur í huga. Andlit hansara hevði ikki dám av sorg og gremjan, men vitnaði altíð um friðsælu og ró. Hjarta hansara var sum eitt lívsins kelduvað, og hvar hann so gekk, bar hann hvílu og frið, frøi og gleði við sær.VK 127.2

    Frelsari okkara var sera álvarsamur, men hann var aldri dapurskygdur ella tvørur. Lív teirra, sum taka sær hann til fyrimynd, vil verða merkt av álvarsemi og vilja til at gera væl. Tey vilja hava eina sterka ábyrgdarkenslu. Øll líkasæla má víkja. Tey halda ikki larmandi gang og koma ikki við grovum skemti. Jesu trúgv gevur frið sum áin. (Jes. 48,18) Henda trúgv sløkkir ikki gleðinnar Ijós og setir ikki forboð fyri at vera í góðum lag. Hon myrkir ikki fyri einum glaðum og smílandi andliti. Kristus kom ikki til jarðar at lata sær tæna, men heldur fyri at tæna. Og tá ið hansara kærleiki ræður í hjartanum, so fylgja vit hansara fyridømi.VK 127.3

    Um vit javnan ganga og hugsa um óvinarligar og órættvísar gerðir hjá øðrum, tá verður tað ógjørligt hjá okkum at elska tey, soleiðis sum Kristus elskaði okkum. Men lata vit okkara tankar dvølja við Kristi undurfulla kærleika og samkenslu við okkum, so vilja vit vísa sama sinnalag ímóti øðrum. Vit eiga at elska og virða hvør annan hóast tey brek og ófullkomileikar, sum vit ikki komast undan at síggja. Vit eiga at leggja dent á spaklyndi og lítillæti, vera tolin og bera yvir við mistøkum hjá øðrum. Slíkt ruddar burtur alla smáliga sjálvgóðsku og ger okkum bæði stórsinnað og hjartagóð.VK 127.4

    Sálmaskaldið sigur: „Lít tú á Harran og ger tað góða, búgv tú í landinum og stunda á trúskap.” Sálm. 37,3. Hvør dagur hevur sína byrðu, trupulleikar og royndir. Og hvussu skjót eru vit ikki til at tosa um okkara trupulleikar og royndir, tá vit hittast. So nógvir ímyndaðir trupulleikar treingja seg inn í hugaheimin, og vit eru so óttafull og tala so nógv um sorgir og stúran, at ein kundi hildið, at vit ikki eiga ein miskunnsaman Frelsara, sum vil lurta eftir øllum okkara bønum og altíð vera okkum ein trygg hjálp í neyðini.VK 128.1

    Summi eru altíð óttafull og plágast av ímyndaðum trupulleikum. Hvønn dag eru tey umgird av teknum um Guds kærleika. Hvønn dag njóta tey gott av gávum í yvirflóð frá forsjón hansara, men hesum signingum geva tey ikki gætur. Tey hugsa altíð um okkurt óhugnaligt, sum tey bera ótta fyri fer at henda teimum. Ella tað kann vera ein ella annar veruligur trupulleiki, hvussu lítil hann enn er, sum kortini letur eygu teirra aftur fyri tí nógva, sum átti at vakt takksemi. Teir trupulleikar, ið tey møta, ger tey órólig og gremjandi. Og hetta skilur tey tí frá Gudi, ístaðin fyri at leiða tey til hansara, ta einastu kelduna, har hjálpin er at finna.VK 128.2

    Gera vit rætt í at vísa slíka vantrúgv? Hví skulu vit vera so ótakksom og vísa so lítið álit? Jesus er okkara vinur. Allur himmalin hevur áhuga í okkara vælferð. Vit eiga ikki at loyva trupulleikum og sorgum í gerandisdegnum at plága sinnið og gera okkum tunglynt og døpur á at líta. Um vit gera tað, verður tað altíð okkurt, ið plágar og tyngir. Vit eiga ikki at vera stúrin, tí hetta ger okkum bert døpur í huga og veik. Og tað hjálpir ongum at standa ímóti royndum.VK 129.1

    Kanska hevur tú trupulleikar í tínum arbeiði. Kanska sær tað myrkari og myrkari út, og kanska endar tað við einum tapi. Men miss ikki mótið. Kasta alla tína sorg á Harran, ver róligur og hav gott treysti. Bið Gud um at geva tær vísdóm til at stýra tínum viðurskiftum við skili, so at tú kanst sleppa undan tapi og ólukku. Ger alt tað, tú kanst, fyri at fáa eitt gott úrslit. Jesus hevur lovað hjálp sína, men ikki uttan, at vit eisini gera okkara part. Tá ið tú í áliti til hansara, sum er okkara hjálpari, hevur gjørt tað, sum tú kanst, so tak við treysti ímóti úrslitinum.VK 129.2

    Tað er ikki Guds vilji, at fólk hansara skulu falla í fátt av stúran. Harri okkara villleiðir okkum ikki. Hann sigur ikki við okkum: „Óttast ikki, eingin vandi er á ferð.” Hann veit, at royndir og vandar eru, og hann fjalir tað heldur ikki fyri okk-um. Hann sigur ikki, at hann vil taka børn síni út úr einum syndugum og spiltum heimi, fyrrenn tíðin er búgvin. Men hann vísir teimum á ein tryggan griðstað, sum ongantíð svíkur. Hann bað soleiðis fyri lærusveinum sínum: „lkki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.” „Í heiminum,” sigur hann „hava tit trongd; men havið gott treyst, tí eg havi vunnið sigur av heiminum.” Jóh. 17,15 og 16,33.VK 129.3

    Í fjallarøðuni gav Kristus lærusveinunum dýrabaran lærdóm um, hvussu neyðugt tað er at líta á Gud. Ætlanin við hesi frálæru var at troysta og ugga Guds børn gjøgnum allar tíðir. Og tey, sum liva á síðstu døgum, kunnu finna miklan lærdóm og ugga í hesum.VK 130.1

    Frelsarin vísti lærusveinunum á fuglar himmalsins, sum sungu teirra lovsong uttan at stúra fyri nøkrum, tí at „teir sáa ikki, ei heldur teir heysta.” Og tó gevur faðirin á himli teimum tað, sum teimum tørvar. Frelsarin spyr: „Eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?” Matt. 6,26. Hin stóri skaparin, sum bæði hugsar um menniskju og dýr, letur upp hond sína og mettar allar skapningar sínar. Fuglarnir í luftini eru ikki so lítið verdir, at hann gloymir teir. Hann letur ikki føðina detta inn í nevini á teimum; men hann sær til, at teir fáa tað, sum teimum tørvar. Teir mega sjálvir henta kornið, ið hann hevur tilbúgvið teimum. Teir mega sjálvir samla tilfarið saman til síni smáu reiður. Fuglarnir mega finna føði til ungar sínar og mata teir. Teir fara syngjandi til verka, tí „himmalski faðir tykkara føðir teir.” Og „eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?” Eru tit, sum tilbiðja Gud við skilinum og í andanum, ikki meira verd enn fuglarnir? Hann gav okkum lívið, skapaði okkum í síni egnu mynd og varðveitir lív okk-ara. Man hann ikki geva okkum tað, ið okkum tørvar, um vit bert líta á hann?VK 130.2

    Kristus vísti lærusveinunum á tær mongu ymisku blómurnar á bønum, ið lýstu av einføldum vakurleika, sum himmalski faðirin hevur givið teimum. Hann klæddi tær soleiðis fyri at vísa sín kærleika til menniskjuni. Hann segði: „Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa.” Matt. 6,28. Vakurleikin, sum hesar blómur í náttúruni hava, fer langt fram um dýrd Sálomons. Tað prýðiligasta plaggið, sum menniskjans kynstur kann skapa, kann als ikki samanlíknast við tað náttúrliga yndi og tann Ijómandi vakurleika, sum blómurnar á bønum eru ílatnar, og sum Gud hevur skapað. Jesus spyr: „Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu?” Matt. 6,30.VK 131.1

    Tá nú Gud, hin himmalski listamaðurin, gevur teimum einfaldu blómunum, sum følna eftir einum degi, teirra prýðiligu og ymisku litir, hvussu mikið meira umsorgan hevur hann tá ikki fyri teimum, sum eru skapað í hansara egnu mynd. Hesin lærdómur frá Kristusi er ein rætting av framferðini hjá tí vantrúna hjarta, sum er óttafult, óróligt og í iva.VK 131.2

    Harrin ynskir, at allir synir og døtur hansara skulu vera glað, friðsæl og lýðin. Jesus sigur: „Mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” „Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.” Jóh. 14,27; 15,11.VK 131.3

    Tann eydna, sum fólk leita eftir í sjálvsøkni, og sum einki hevur við okkara skyldur at gera, er óálítandi, lumpin og stokkut. Hon hvørvur og mannasálin fyllist við einsemi og sorg. Men tænastan fyri Harran gevur gleði og nøgdsemi. Ein kristin nýtist ikki at ganga eftir ótryggum vegi og standa eftir við fáfongdari stúran og sorgum. Fellur eydnan okkum ikki í lut í hesum heimi, kunnu vit kortini gleða okkum og líta fram eftir til hitt komandi lívið.VK 132.1

    Tey kristnu kunnu eisini her á jørð gleða seg um samveruna við Kristus. Tey kunnu njóta Ijósið frá hansara kærleika og hina støðugu uggan av hansara nærveru. Fyri hvørt fótafet í lívinum kunnu vit koma nærri Jesusi, og vit kunnu fáa eina djúpari fatan av hansara kærleika og koma nærri til tað signaða heimið, har friðurin ræður. Latið okkum tí ikki kasta dirvi okkara frá okkum, men hava eina fullvissu, sum er størri enn nakrantíð áður. „Higartil hevur Harrin hjálpt okkum,” og hann vil hjálpa okkum heilt til endans. 1.Sám. 7,12. Latið okkum líta aftur á tað, Harrin hevur gjørt fyri at troysta okkum og fyri at bjarga okkum undan hond oyðileggjarans. Latið okkum goyma væl í minni alla ta eymu náði, sum Gud hevur víst okkum - tey tár, hann hevur turkað burtur, tær pínur, sum hann hevur linnað, tær sorgir, ið hann hevur javnað, tann ótta, hann hevur tikið burtur, ta neyð, hann hevur hjálpt okkum úr og tær signingar, sum okkum fullu í lut. Alt hetta styrkir okkum í øllum tí, sum eftir er av pílagrímsferð okkara.VK 132.2

    Vit koma at fáa nýggjar trupulleikar í komandi stríðnum, men vit kunnu tá líta aftur á tað, sum farið er, eins væl og at tí komandi, og siga: „Higartil hevur Harrin hjálpt okkum.” Royndirnar verða ikki størri enn styrkin, ið Harrin vil geva okkum, so vit kunnu halda tær út. Vit kunnu tí fara til verka, har tað tørvar og trúgva, at hvat, ið enn henda kann, so fáa vit styrki í mun til royndirnar.VK 133.1

    Einaferð verða himmalsins portur latin upp fyri Guds børnum. Tá fara tey at hoyra hesi signaðu orð frá kongi dýrdarinnar, sum hin fagrasta tónleik: „Komið higar, tit hini vælsignoðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur veri lagað, frá tí at verøldin var grundað!” Matt. 25,34.VK 133.2

    Tá verða tey endurloystu boðin vælkomin til tað heim, sum Jesus hevur gjørt teimum til reiðar. Her verða tey ikki saman við gudleysum jarðarbúgvum, lygnarum, skurðgudadýrkarum, óreinum og vantrúgvandi. Men tey skulu savnast við teimum, sum hava sigrað á Satan, og sum av Guds náði hava fingið eitt fullkomið lyndi. Hvør synd, sum lá til teirra lyndi og hvør ófullkomileiki, sum tyngdi tey her, er tikin burtur við blóði Kristusar. Hann íklæðir tey sína dýrd og Ijóma, sum er bjartari enn sólarljómin. Hansara andaligi vakurleiki og fullkomileikin í hansara lyndi skínur ígjøgnum tey og sæst langt framum allan útvortis Ijóma. Tey standa lýtaleys frammanfyri hinum mikla, hvíta hásæti og fáa lut í tignini og teimum forrættindum, sum einglarnir hava.VK 133.3

    „Hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína”, tá ið hann hugsar um tann dýrdarríka arv, sum hann kann fáa? Matt. 16,26. Ein kann vera fátækur her, men kann kortini eiga eitt ríkidømi og eina tign, sum heimurin aldri kann veita. Hvørt menniskja, sum er endurloyst og reinsað frá synd, og hvørs stórbæru evnir øll eru halgað í tænastu Guds, hevur eitt ómetaligt virði. Og tað er gleði í himli framman fyri andliti Guds og milium teir heilagu einglarnar um hvørt einasta endurloyst menniskja; ein gleði, sum kemur fram í heilagum sigurssongi.VK 134.1

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents