Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    3. Umvending

    Hvussu kann eitt menniskja gerast rættvíst fyri Gudi? Hvussu kann ein syndari verða rættvísgjørdur? Vit kunnu bert koma í samljóð við Gud, hin heilaga, ígjøgnum Kristus. Men hvussu kunnu vit koma til Kristus? Mong spyrja sum fjøldin á hvítusunnudegi: „Hvat eiga vit at gera?” Tað fyrsta, Pætur segði, var: „Vendið um.” Og við eitt høvi stutt eftir segði hann: „Fáið tí eitt annað sinnalag og vendið um, fyri at syndir tykkara mega verða strikaðar.” Áp. 2,37-38; 3,19.VK 23.1

    Iðran merkir, at menniskjað syrgir yvir syndina og vendir sær burtur frá henni. Vit fara ikki at venda okkum frá henni, fyrr enn vit síggja, hvussu andstyggilig hon er. Og eingin verulig broyting hendir, fyrr enn vit av hjarta venda okkum frá henni.VK 23.2

    Mong skilja ikki, hvat tað veruliga vil siga at vera umvendur. Nógv eru kedd um, at tey hava syndað. Hesi kunnu enntá gera eina útvortis broyting til tað betra, tí tey óttast fyri, at tey koma at líða fyri teirra óndu gerningar. Men hetta er ikki umvending, sum Bíblian talar um. Tey klaga meira um sjálva líðingina enn um syndina. Esav syrgdi á henda hátt, tá hann sá, at hann fyri ævir hevði latið frumburðarrættin gleppa sær av hondum. Tá ið eingilin við drignum svørði steðgaði Bileami á vegnum, varð hann ræddur og viðgekk sína synd, tí hann var bangin fyri at missa lívið. Men har var eingin angur um syndina, eingin broyting í hansara ætlanum, eingin andstygd fyri tí illa. Tá ið Judas hevði svikið Harra sín, segði hann: „Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.” Matt. 27,4.VK 24.1

    Henda játtan varð tvungin fram úr hansara skuldartyngda hjarta, av tí at hann var ræðslusligin fyri fordøming og dómi. Hann óttaðist tær avleiðingar, sum hann væntaði fóru at koma. Men í hjarta hansara var eingin djúp sorg um, at hann hevði svikið Guds óseka son og avnoktað hin heilaga í Ísrael. Tá Farao leið undir Guds revsidómum, játtaði hann sína synd fyri at sleppa undan fleiri vanlukkum. Men so skjótt sum plágurnar hildu uppat, treiskaðist hann aftur móti Harranum. Allir hesir menn vóru harmir um avleiðingarnar av syndini, men teir kendu onga sorg yvir sjálva syndina.VK 24.2

    Men tá mannahjartað gevur eftir fyri ávirkanini frá Heilaga Andanum, verður samvitskan vakt. Syndarin vil fata nakað av dýpdini og heilagleikanum í Guds lóg, sum er grundvøllurin fyri hansara stjórnarskipan bæði í himli og á jørð. „Hitt sanna Ijósið, sum upplýsir hvørja mennisku,” lýsir inn í innastu kømur hjartans, og tað, sum er fjalt í myrkrinum, kemur fram í dagslýsið. Jóh. 1,9. Sannføring um synd treingir inn í hjarta, sál og sinni. Syndarin skilir nakað av rættvísi Jehovas og merkir, hvussu ræðuligt tað er at standa við síni syndaskuld og óreinsku framman fyri honum, ið rannsakar hjørtuni. Hann sær Guds kærleika, hvussu góður heilagleiki er, og hvør gleði er í reinleika. Hann tráar eftir at verða reinsaður og fáa samband við himmalin.VK 24.3

    Sonn sorg yvir syndina sæst týðiliga í bønini, sum Dávid bað, eftir at hann fall. Hansara iðran var djúp og meint av hjarta. Hann royndi ikki at umbera sína synd. Í hansara bøn var eingin áheitan um at sleppa undan tí revsing, ið hótti hann. Dávid sá, hvussu ræðuligt hansara misbrot var. Hann sá, at sinnið var dálkað og vamlaðist við synd sína. Hann bað ikki einans um syndafyrigeving, men eisini um eitt reint hjarta. Honum longdist eftir gleðini í heilagleika, so hann aftur kundi fáa samband við Gud og koma í samljóð við hann. Hann segði av hjarta:VK 25.1

    „Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið,
    hvørs synd er kvittað.
    Sælur er maður, hvørs syndasekt Harrin ei roknar,
    og í hvørs anda ikki eru svik.”
    VK 25.2

    Sálm. 32,1-2.

    „Náða meg, Guð, fyri miskunn tína,
    fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar!...
    Tí misgerðir mínar eg veit,
    synd mín er mær altíð fyri eygum!...
    Reinsa meg við ýsopi, so at eg verði reinur,
    tváa meg, so at eg verði hvítari enn fann!...
    Skapa, Guð, mær hjarta reint,
    gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti;
    koyr meg ei burtur frá ásjón tíni,
    tak ei tín heilaga anda frá mær!
    Veit mær aftur gleði um frelsu tína,
    halt mær uppi við einum reystum anda!...
    Bjarga mær, Guð, frá blóðsøk, mínar frelsunnar Guð!
    Lat tungu mína gleðast um rættvísi tína!”
    VK 26.1

    Sálm. 51,3-16.

    Eina umvending sum hesa megna vit ikki í egnari megi. Bert Kristus kann fremja hana - hann, sum fór upp á hæddina og hevur givið menniskjunum gávur.VK 26.2

    Júst her fara mong skeiv og fáa tí ikki ta hjálp, ið Kristus ynskir at geva teimum. Tey halda, at tey ikki kunnu koma til hansara uttan at venda um fyrst, og at henda umvending fyrireikar vegin fyri syndafyrigeving. Tað er rætt, at umvending kemur áðrenn syndafyrigeving, tí tað eru bert sundurbrotin og iðrandi hjørtu, ið kenna tørv á einum frelsara. Men noyðist syndarin at bíða við at koma til Jesus, til hann hevur vent um? Skal umvendingin verða ein forðan, ið kann koma ímillum syndaran og frelsaran?VK 26.3

    Bíblian lærir ikki, at syndarin fyrst má venda um, áðrenn hann kann taka ímóti hesi innbjóðing frá Kristusi: „Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”Matt. 11,28. Tað er júst kraftin, sum Kristus gevur, ið leiðir til sanna iðran. Pætur gjørdi hetta greitt í sínum vitnisburði fyri ísraelsmonnum, tá hann segði: „Henda hevur Guð hevjað upp við síni høgru hond til høvdinga og frelsara til at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving.” Áp. 5,31. Vit kunnu eins lítið umvenda okkum, uttan at Kristi Andi vekir samvitskuna, sum vit kunnu fáa syndafyrigeving uttan Kristus.VK 27.1

    Kristus er keldan til hvørt ynski um at gera tað rætta. Hann er tann einasti, sum kann planta fíggindskap ímóti syndini í hjartað. Hvør longsul eftir sannleika og reinleika, hvør sannføring um synd vitnar um, at hansara Andi virkar á okkara hjørtu.VK 27.2

    Jesus hevur sagt:„Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skaI eg draga allar til mín.” Jóh. 12,32. Syndarin má síggja Kristus opinberaðan sum tann frelsara, sum doyði fyri heimsins syndir. Tá vit síggja Guds lamb á Golgata krossi, byrja vit at skilja loyndardómin í endurloysingini. Guds góðska leiðir okkum til umvending. Tá ið Kristus doyði fyri syndarar, vísti hann ein kærleika, sum ikki er til at fata. Tá syndarin sær henda kærleika, vil kærleikin bloyta hjartað, røra sálina og vekja sorg í hjartanum um syndina.VK 27.3

    Tað er rætt, at fólk stundum skamma seg um tað, tey hava gjørt og leggja nakrar av sínum Ijótu vanum av, áðrenn tey gerast greið yvir, at Kristus er í ferð við at draga tey til sín. Men hvørja ferð tey royna at gera broytingar til tað betra, tí tey av hjarta ynskja at gera tað rætta, so er tað altíð Kristi kraft, sum dregur tey. Ein ávirkan, ið hesi ikki sjálv eru tilvitaði um, virkar á sálina. Samvitskan vaknar, og tað útvortis lívið batnar. Tá Kristus so fær tey til at hyggja á krossin og skoða hann, sum syndir teirra hava gjøgnumborað, so vil hansara boð virka á samvitsku teirra. Tað verður opinberað fyri teimum, hvørja ávirkan óndskapurin hevur havt í teirra lívi. Tey síggja eisini, hvussu djúpt inngrógvin syndin er í sálina. Tey byrja at skilja eitt sindur av Kristi rættvísi og rópa: Hvat er tó syndin fyri nakað, at hon skuldi krevja eitt slíkt offur fyri at frelsa syndaran? Var so stórur kærleiki, so nógv líðing og eyðmýking neyðug, fyri at vit ikki skuldu glatast, men hava eitt aevigt lív?VK 27.4

    Syndarin kann standa ímóti hesum kærleika og nokta at lata seg draga til Kristus. Men um hann ikki setur seg ímóti, so vil hann verða drigin til Jesus. Kunnleiki um frelsuætlanina vil leiða hann til krossins fót í iðran um syndir sínar, ið vóru orsøkin til, at Guds kæri sonur leið.VK 28.1

    Hin sami guddómsandi, sum virkar í náttúruni, talar til mannahjørtuni og skapar ein ósigandi longsul eftir nøkrum, ið tey ikki hava. Einki, sum heimurin kann bjóða, kann nøkta henda longsul. Guds Andi áminnir tey inniliga um at søkja tað einasta, sum kann geva frið og hvíld: Kristi náði og heilaga gleði. Við sjónligari og ósjónligari ávirkan roynir Frelsari okkara støðugt at draga menniskjuni til tær ævigu signingar, ið tey kunnu fáa frá honum, og burtur frá tí ófullkomnu gleði, ið syndin gevur.Til allar tær sálir, sum til fánýtis royna at drekka av teimum ótøttu brunnunum í hesum heimi, Ijóðar enn hesin guddómligi boðskapur: „Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!” Op. 22,17.VK 28.2

    Tú, sum í hjarta tínum hevur ein longsul eftir nøkrum betri enn tí, sum hesin heimur hevur at bjóða, kanst vita, at hetta er rødd Guds í tínum sinni. Bið hann um at geva tær umvending og at opinbera Kristus fyri tær í hansara æviga kaerleika og fullkomna reinleika. Í lívi sínum gav Frelsarin eitt fullkomið dømi um meginreglurnar í Guds lóg: kærleiki til Gud og kærleiki til menniskjuni. Góðar gerðir og ósjálvsøkin kærleiki var tað, sum var fremst í hansara huga. Tá ið vit hyggja at Frelsaranum, og Ijósið frá honum fellur á okk-um, síggja vit okkara egnu syndugu støðu.VK 29.1

    Møguliga hava vit eins og Nikodemus smikrað okkum við, at okkara lív hevur verið reint og okkara atburður falsleysur. Vit meina kanska, at tað ikki er neyðugt hjá okkum at eyðmýkja okkara hjørtu fyri Gudi, soleiðis sum vanligir syndarar mugu gera. Men tá ið Ijósið frá Kristusi skínur inn í sál okkara, fáa vit at síggja, at vit ikki eru rein. Vit gerast var við, hvussu sjálvsøkni og fíggindskapur ímóti Gudi hava ávirkað lívið. Tá fara vit at skilja, at okkara egna rættvísi er sum eitt dálkað klæði, og at bert Kristi blóð kann reinsa okkum frá syndadálkan og endurnýggja okkara hjørtu eftir hansara egnu mynd.VK 29.2

    Tá ein glæma av Guds kærleika og Kristi reinleika treingir ígjøgnum sálina, vil hon týðiliga vísa á hvønn syndablett og opinbera skeivleikarnar í muru menniskjans. Henda glæma vísir á vanhalgaða tráan, hvussu svikafult hjartað kann vera, og hvussu órein tungan kann vera. Syndarin sær sítt ólýdni og tær gerðir, har hann setti Guds lóg til viks. Andi hansara verður sannførdur og harmast um syndina, sum Guds rannsakandi Andi avdúkar. Hann leiðist við seg sjálvan, tá ið hann skoðar Kristi reina og óspilta lyndi.VK 30.1

    Profeturin Dánjal kendi sín egna veikleika og ófullkomileika, tá hann sá ta dýrd, sum var rundan um himmalska sendiboðið, sum kom til hansara. Hann lýsir hetta soleiðis: „Men tá ið eg hevði sæð hesa miklu sjón, var eingin megi eftir í mær, andlitið skifti lit og avskeplaðist, og eg kom burtur í einki.” Dán. 10,8. Tað menniskja, ið upplivir nakað tílíkt, vil leiðast við sítt egna sjálvsøkni og eginkærleika. Gjøgnum Kristi rættvísi vil tað sóknast eftir tí hjartans reinleika, sum er í samsvari við Guds lóg og Kristi lyndiseyðkennir.VK 30.2

    Paulus segði seg vera „samsvarandi lógini ólastandi,” nevniliga so leingi tað snúði seg um hansara útvortis gerðir. Fil. 3,6. Men tá ið hann skilti ta andaligu síðuna av lógini, sá hann seg sjálvan sum ein syndara. Hann hevði hildið seg frá synd, so langt sum dømast kundi eftir lógarinnar bókstavi, og soleiðis sum menniskjuni brúka hana útvortis. Men tá ið hann sá tann djúpa týdningin í Guds heilagu boðum, og sá seg sjálvan, sum Gud sá hann, boygdi hann seg í eyðmýkt og játtaði synd sína. Hann segði: „Eg livdi einaferð uttan lóg; men tá ið boðorðið kom, livnaði syndin við, men eg doyði.” Róm. 7,9-10. Tá ið hann sá lógarinnar andaligu náttúru, vísti syndin seg í síni veruligu andstygd, og hann helt ikki longur so nógv um seg sjálvan.VK 30.3

    Ikki allar syndir eru líka stórar í Guds eygum. Eftir hansara meting, eins væl og eftir menniskjans meting, eru ymisk stig av synd. Men hvussu týdningarleys hendan ella hin gerðin kann tykjast at vera í mannaeygum, er tó eingin synd lítil í Guds eygum. Menniskjað heldur ofta við øðrum partinum í eini sak, og dómur tess er ófullkomin. Gud sær hinvegin alt, sum tað í veruleikanum er. Tað verður hildið hánt um drykkjumannin og sagt verður við hann, at synd hansara steingir hann úti frá himlinum. Hinvegin verða hugmóð, sjálvsøkni og gírni ofta ikki átalað. Men hesar syndir eru serstakliga andstyggiligar fyri Gudi. Tær eru í stríð við hansara verumáta, miskunnsemi og tann ósjálvsøkna kærleika, sum er grundleggjandi eginleikin í tí syndafría heiminum. Tann, ið fellur í eina ella aðra stóra synd, kann hava eina kenslu av neyð og skomm og sær tørvin á Kristi náði. Men hugmóð kennir ongan tørv og steingir tí hjartað fyri Kristi og teimum ævigu signingum, sum hann kom fyri at veita okkum.VK 31.1

    Hin neyðars tollarin bað:,,Guð náði meg syndara!”Luk. 18,13. Hann sá seg sjálvan sum ein ógvuliga ógudiligan mann, og onnur hildu tað sama um hann. Men hann kendi, at hann hevði tørv á frelsu, og tyngdur av síni synd og skomm kom hann til Gud og bað um náði. Hjarta hansara var opið fyri Guds Anda, sum tí kundi fremja sítt náðarverk og loysa hann úr syndarinnar valdi. Men bønin, sum farisearin bað, var full av reypi og sjálvrættvísi. Hon vísti, at hjarta hansara var afturlatið fyri ávirkan frá Heilaga Andanum. Fjarstøðan milium hann og Gud var so stór, at hann onga tilvitan hevði um sína egnu syndigu støðu mótvegis Guds heilagleika og fullkomileika. Hann skilti ikki, at honum tørvaði nakað, og hann fekk tí einki.VK 31.2

    Um tú sært tína syndugu støðu, so bíða ikki, tí tú vilt royna at gera teg sjálvan betri fyrst. Hvussu mong eru ikki tey, ið halda, at tey ikki eru nóg góð at koma til Kristus! Væntar tú at gerast betri við tínum egnu royndum? „Kann Blámaðurin broyta skinslit og pantarin flekkir sínar? Tá høvdu eisini tit, sum eru so kønir í tí illa, kunnað gjørt tað góða.” Jer. 13,23. Tað er eingin hjálp hjá okkum at finna, uttan hjá Gudi. Vit eiga ikki at bíða eftir, at vit verða yvirtalað við størri kraft, ella at eitt betri høvi býðst okkum ella eftir einum meira heilagum sinnalagi. Vit kunnu einki gera fyri okkum sjálv. Vit mugu koma til Kristus, júst soleiðis sum vit eru.VK 32.1

    Lat tó ongan lumpa seg sjálvan við tí hugsan, at Gud í sínum stóra kærleika og miskunnsomu náði vil frelsa enntá tey, sum vraka hansara náði. Bert í Ijósinum av krossinum kann metast um, hvussu andstyggilig syndin er. Tá ið menniskjuni siga, at Gud er ov góður til at kasta syndarar frá sær, so eiga tey at hyggja á Golgata.Tað, sum hendi har, vísir, at frelsan ikki kundi vinnast á annan hátt. Tað er ógjørligt fyri menniskju uttan Kristi offur at sleppa undan smittandi megini í syndini og aftur verða saman við heilagum skapningum. Menniskju kunnu ikki sjálv fáa lut í tí andaliga lívinum aftur. Tí átók Kristus sær skuld hina ólýdnu og leið í syndara stað. Kærleikin, sum Guds sonur vísti, líðing og deyði hansara, eru prógv um, hvussu andstyggilig syndin er. Hetta vísir, at tað finst eingin frelsa frá syndarinnar mátti, eingin vón um eitt hægri lív, uttan at sálin gevur seg yvir til Kristus.VK 32.2

    Tey óumvendu umbera seg viðhvørt við at siga um tey, sum kalla seg kristin: „Eg eri líka góður sum tey. Tey nokta ikki sær sjálvum meira enn eg. Tey eru ikki meira fráhaldandi í rúsdrekka ella varin í síni framferð enn eg eri. Tey elska stuttleikar og njóting, eins og eg geri.” Soleiðis brúka tey mistøk hjá øðrum sum umbering fyri at misrøkja sínar egnu skyldur. Men syndir ella brek hjá øðrum kunnu ikki umbera nakran, tí Harrin hevur ikki givið okkum eitt ófullkomið menniskjaligt mynstur at fylgja. Guds lýtaleysi sonur er okkara fyridømi. Og tey, ið klaga um vánaligu framferð teirra navnkristnu, eru just tey menniskju, sum áttu at livað eitt betri lív og víst eitt meira hásinnað fyridømi. Um tey hava eina so høga hugsjón um, hvussu ein kristin eigur at vera, er tá ikki teirra egna synd nógv størri? Tey vita, hvat ið er rætt, men gera tað kortini ikki.VK 33.1

    Ansa tær fyri at útseta tað, bíða ikki til eina aðru ferð við at avnokta syndirnar og fáa hjarta títt reinsað í Jesu blóði. Túsundavís av menniskjum eru farin skeiv her, til teirra ævigu glatan. Eg ætli ikki at dvølja við, hvussu óvist og stutt lívið her á jørð kann vera. Men um vit bíða við at lurta eftir rødd Heilaga Andans, so kann hetta koma okkum í ræðuligan vanda - ein vanda, sum nógv ikki skilja nóg væl. Tí tað at bíða merkir í veruleikanum, at vit velja at liva í synd. Og hvussu lítla ein enn heldur syndina vera, kann ein ikki geva seg yvir til hana uttan vanda fyri ævigari glatan. Tað, sum vit ikki vinna á, vinnur á okkum og virkar fyri okkara egnu oyðing.VK 34.1

    Adam og Eva hugsaðu sum so, at eitt so lítið mál sum at eta av tí forbodnu fruktini ikki kundi føra so ræðuligar fylgjur við sær, sum Gud hevði sagt. Men hetta ‘lítla’ mál var brot á Guds heilagu, óbroytiligu lóg, og skilti tey frá Gudi, opnaði deyðans portur og hevði við sær vesældóm og vanlukku inn í henda heim. Øld eftir øld hava neyðarróp og klagur stigið upp frá jørðini, og allur skapningurin hevur stynjað í pínu. Hetta er avleiðingin av fyrsta ólýdni menniskjans. Himmalin sjálvur fekk at kenna árinið av uppreistrinum ímóti Gudi. Krossurin stendur sum eitt minni um tað undurfulla offur, sum var neyðugt fyri at gera sátt fyri brotið á ta guddommiligu lógina. Lat okkum ikki líta at synd, sum um hon einki hevur at týða.VK 34.2

    Hvørt misbrot og hvør hending, har Kristi náði verður sett til viks og vrakað, fellur aftur á teg sjálvan. Tað forherðar hjartað, skaðar viljan og doyvir vitið. Bæði hugurin og evnini til at geva eftir fyri mildu kallanini frá Heilaga Andanum vikna.VK 34.3

    Mong troysta sína tyngdu samvitsku við, at tey kunnu broyta teirra ringa atburð, tá ið tey vilja. Tey halda seg kunna ganga lætt um innbjóðing náðinnar, og tó aftur og aftur ávirkast av Andanum. Tey meina, at hóast tey hava víst vanvirðing fyri Anda náðinnar og hava brúkt teirra ávirkan á Satans síðu, so kunnu tey víkja frá teirra ónda vegi, um tey skuldu komið í dýrastu neyð. Men hetta er alt annað enn lætt. Uppaling og royndir ígjøgnum eitt heilt lív hava so dyggiliga myndað teirra lyndi, so at bert fá tá ynskja at broytast eftir Jesu mynd.VK 35.1

    Bert eitt skeivt frávik í lyndishátti, bert eitt syndugt ynski, sum ein heldur fast við, kann til endans gera kraftina í gleðiboðskapinum til einkis. Øll njótan av synd, hvør hon so er, styrkir mótstøðuna móti Gudi í sinninum. Tann, sum vísir harðvunna og treiska vantrúgv ella dølska líkasælu ímóti sannleika Guds, heystar bert tað, sum viðkomandi hevur sáað. Í allari Bíbliuni finst ikki nøkur ræðuligari ávaring ímóti at fara lætt um tað ónda, enn hjá tí vísa manninum: „Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum.” Orðt. 5,22.VK 35.2

    Kristus er til reiðar at frelsa okkum frá synd, men hann noyðir ongan. Um vit halda áfram í misbrotum okkara, treiskast í tí ónda og ikki ynskja at verða frelst og taka ímóti náðini, hvat meira kann hann so gera? Tað er okkara egna skuld, at vit glatast, tá ið vit áhaldandi og viljafast kasta kærleika hansara aftur. „Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur!” „Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara.” 2. Kor. 6,2; Hebr. 3,7-8.VK 35.3

    „Maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum, men Guð hyggur at hjartanum.”1. Sám.16,7. Hann sær mannahjartað við tess gleði og sorgum; hetta óróliga, vilsta hjarta, sum ikki er reint og sakleyst. Hann kennir tess grundir, innastu endamál og ætlanir. Far til hansara við sál tíni - við øllum teim lýtum, sum hon hevur. Opna kømur hennara eins og sálmaskaldið fyri tí alt síggjandi eyga og rópa:„Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” Sálm. 139,23-24.VK 36.1

    Mong hava eina trúgv, har tey vita, hvat ið er rætt, men hjartað er ikki reinsað. Hesi hava bert eitt eiti av gudsótta. Lat bøn tína vera: „Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti.” Sálm. 51,12. Ver reinmeintur móti tíni egnu sál. Ver líka álvarsamur og áhaldin, sum tú hevði verið, um tú vart í lívsvanda. Hetta er ein søk, sum má avgerast millum Gud og teg sjálvan, og avgerðin hevur ævigan týdning. Ein vón, sum ikki er annað enn heilaspuni, vil verða tær til óbótaligan skaða.VK 36.2

    Rannsaka orð Guds í bøn. Guds lóg og Kristi lív lýsa tær stóru grundreglurnar í heilagleika: „Tráið eftir friði við øll og eftir halgan; tí at uttan hana skal eingin síggja Harran.” Hebr. 12,14. Guds orð sannførir um synd og opinberar týðiliga vegin til frelsu. Gev hesum ans, tí hetta er Guds rødd, ið talar til tín.VK 36.3

    Tá ið tú sært, hvussu ræðulig syndin er, og tú sært teg sjálvan, sum tú í veruleikanum ert, so fall ikki í fátt. Kristus kom júst fyri at frelsa syndarar. Vit skulu ikki sjálv gera Gud sáttan við okkum. Men hvør undurfullur kærleiki: „Tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg.” 2. Kor. 5,19. Í sínum eyma kaerleika bjóðar hann vinarliga sínum burturvilstu børnum at koma til sín. Eingi jarðisk foreldur kunnu vera so tolin við mistøkunum hjá sínum børnum, sum Gud er við teimum, ið hann roynir at frelsa. Eingin kann áminna lógbrótarar blídligari. Ongar mannavarrar hava nakrantíð givið eina inniligari innbjóðing til tey burturvilstu. ØII hansara lyftir og ávaringar vísa ikki nakað annað enn stóran kærleika.VK 37.1

    Tá ið lllimaður kemur og sigur, at tú ert ein stórur syndari, so skalt tú líta á Frelsara tín og tala um tað, sum hann hevur gjørt. Ljós Frelsarans skal verða tín hjálp. Játta, at tú hevur syndað, men sig við fíggindan: „Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar.” 1. Tim. 1,15. Og tí kanst tú verða frelstur við hansara botnleysa kærleika. Jesus spurdi Símun ein spurning um tveir skuldarar. Annar skyldaði Harra sínum bert eitt sindur, hin nógv. Harri teirra eftirgav báðum tað, teir skyldaðu, og Jesus spurdi Símun, hvør av hesum skuldarum vildi elska harra sín mest. Símun svaraði: „Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.” Luk. 7,43. Vit hava verið stórir syndarar, men Kristus doyði, fyri at vit kundu fáa fyrigeving. Virðið av hansara ofri er nóg stórt til, at hann kann koma fram fyri faðirin við tí, til gagns fyri okkum. Tey, ið hava fingið mest fyrigivið, vilja eisini elska hann mest. Hesi vilja standa nærmast trúnu hansara fyri at prísa honum fyri hansara stóra kærleika og æviga offur. Tá vit fata Guds kærleika til fulnar, skilja vit betur andstygd syndarinnar. Tá síggja vit, hvussu langt Gud strekti seg fyri at frelsa okkum. Og vit skilja nakað av tí ósigandi ofri, Kristus hevur latið fyri okkum. Hetta ger, at hjartað ikki verður hart longur, men fyllist við djúpari iðran.VK 37.2

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents